Javnaðarflokkurin: 28 ára gamla Birita Matras Petersen hevur í dag tikið sæti á løgtingi fyri Javnaðarflokkin.
Birita er úr Klaksvík og hevur júst lokið útbúgving sum søgufrøðingur á Fróðskaparsetri Føroyar. Hon hevur í fleiri ár verið virkin á Norðoya Javnaðarfelagi og í ungmannafelagnum SU.
Á løgtingsvalinum í 2022 fekk Birita Matras Petersen 159 atkvøður. Hetta er aðru ferð at Birita tekur sæti á løgtingi fyri Javnaðarflokkin.
Javnaðarflokkurin ynskir Biritu hjartaliga vælkomnari á ting.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo