Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BankNordik: Í dag varð ársaðalfundurin hjá BankNordik hildin í høvuðssætinum á Oknarvegi í Havn. Umframt góðkenning av ársfrágreiðing og roknskapi varð avgjørt at gjalda partaeigarunum 14,17 kr. í vinningsbýti fyri hvørt partabrævið svarandi til 136 mió. kr. ella 50 % av ársúrslitinum umframt 250 mió. kr. í serligum vinningsbýti.

Avgjørt varð at lækka nevndarsamsýningarnar við 10%, og aðalfundurin valdi P/F Januar, løggilt grannskoðanarvirki, sum uttanhýsis grannskoðanarvirki. Áður hava bæði PWC og P/F Januar verið grannskoðarar hjá BankNordik.

Nýggj nevnd varð eisini vald, og beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Biritu Sandberg Samuelsen sum nevndarforkvinnu og Rúna Vang Poulsen sum næstformanni. Hesi eru nú í nevndini hjá BankNordik:

- Birita Sandberg Samuelsen, forkvinna
- Rúni Vang Poulsen, næstformaður
- Birgir Durhuus, aðalfundarvaldur nevndarlimur
- Kristian Reinert Davidsen, aðalfundarvaldur nevndarlimur
- Marjun Eystberg, aðalfundarvaldur nevndarlimur
- Anja Rein, starvsfólkaumboð
- Kenneth M. Samuelsen, starvsfólkaumboð
- Alexandur Johansen, starvsfólkaumboð

Les formansfrágreiðingina hjá Jóhannu Lava Køtlum, fráfarandi nevndarforkvinnu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo