FSF: Í morgin, fríggjadagin 12. juli klokkan 16:45 spælir føroyska kvinnulandsliðið næst seinasta dystin í hesari undankappingini, tá Montenegro kemur á vitjan á Tórsvølli.
Føroyski hópurin kom saman mánadagin, og síðani hava tær lagt alla orka í at vera so væl fyrireikaðar sum tilber, nú enn ein EM uppgáva stendur fyri framman á heimavølli.
Seinnapartin hósdagin var seinasta venjingin á skránni, og sum heild eru allar væl fyri. Og áðrenn landsliðsvennjarin, Signe Pries Andersen av álvara setti venjingina í gongd, fekk FSF Varpið orðið á Biritu Ryan, ið higartil er skrásett fyri 32 A-landsdystir fyri Føroyar.
– Vónandi kunnu vit enda hesa undankappingina væl, og vit hopa eisini at síggja nógv fólk á Tórsvølli, sigur Birita Ryan millum annað í samrøðuni við FSF Varpið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo