Fólkaflokkurin í Tórshavnar býráð: Talan var um eitt uppskot, sum snúði seg um at lækka kommunuskattin við 0,25%. Tað vil siga úr 19% til 18,75%.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at slíkt uppskot verður lagt fram. Birgir Nielsen legði sama uppskot fram í 2022 – tá við lækking á 0,5%. Verandi samgonga vildi heldur ikki samtykkja uppskotið.
- Fleiri uppliva ovurhondsstóran prísvøkstur á eitt nú matvørur og rentum síðstu árini. Tí haldi eg, at tað er alneyðugt, at vit sum býráðslimir gera ítøkilig tiltøk, sum lætta um hjá okkara borgarum, sigur Birgir Nielsen.
Mett var at hesin lættin til borgarar í Tórshavnar Kommunu kostaði umleið 14,5 mió.kr. í 2025, sum kundi fíggjast av verandi rakstri í 2025.
- Vit í Tórshavnar Býráð mugu verða nógv betri til at virða skattainntøkurnar frá okkara borgarum og vinnufeløgum, sum fíggja rakstrarútreiðslur og íløgurnar í Tórshavnar kommunu.
Birgir Nielsen vísir á, at skattalækking á 0,25% hevði verið ein byrjan til at lækka skattin meira komandi árini. Hann harmast tískil um, at tað ikki eydnaðist.
- Eg haldi, at borgararnir í Tórshavnar Kommunu hava uppiborið betri, og tí harmist eg nógv um, at uppskotið fall.
Tey, sum atkvøddu fyri, vóru Fólkaflokkurin, Kommunulistin og Sambandsflokkurin. Tjóðveldi og partur av Javnaðarflokkurin vóru ímóti. Framsókn og partur av Javnaðarflokkinum atkvøddi blankt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo