Eitt SAS flogfar hevur staðið á flogvøllinum í yvir eina viku og er orsøkin at flogfarið fekk ein 'bird strike' á veg úr Keypmannahavn til Sørvágs.
Sum myndin vísur, so stendur flogfarið nú við snútanum inn í hangarin hjá Atlantic, har skaðin verður umvældur.
Tað sum skiftast skal, kom heim við Norrønu í gjárkvøldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo