Tað er ørkymlandi at síggja, hvussu alt tað nýggja innbúgvi, sum bert er nøkur fá ár gamalt, nú verður skrykt úr Atlantis. Innbúgv, teppir og umvælingar fyri fleiri 100 túsund krónur verða bara tikið út úr húsinum, og aðrar umvælingar fyri meiri enn hálva millión krónur, skulu nú gerast í húsinum. Tað er lítið sannlíkt, at hendan fyrst hálva milliónin verður nóg mikið til at fáa karmarnar nóg góðar til okkara ungu borgarar.
Biografur er eisini eitt tilboð til ung
Hóast smali meirilutin grundgevur fyri, at geva betri karmar til ungdómin, so er tað ein sannroynd, at um ein stongir biografin, so hevur man eisini valt at fækka um tilboðini til ung. Harafturat hevur meirilutin eisini valt at steðga við Ung í Arbeiði, sum annars hevur verið ein sólskinsøga fyri tey mongu ungu, ið vildu royna seg á arbeiðsmarknaðinum. Í undanfarnu setu valdu vit at seta út í kortið barna- og ungdómsvirðir. Lítið sæst aftur av teimum virðum, ið annars vóru kjølfest millum flest øll ung og ungdómsáhugaði.
Tíverri er ringt at síggja nakrað brúkiliga kós ella eitt miðvíst mál, ið veruliga kann gera tilboðini til ung betri.
Í nýgjørdu borgarakanningini kom eisini fram, at ung í býnum als ikki eru nøgd við útboðið av tiltøkum, ið býurin bjóðar.
Málið krevur tvær viðgerðir
Í kommunustýrisskipanini stendur greitt, at allar eykajáttanir skulu leggjast fyri býráðið tvær ferðir. Hetta er ein partur av demokratisku viðgerðini, fyri at tryggja at býráðið vil gera hesa raðfestingina. Á seinasta býráðsfundi var ein tepur meiriluti fyri at stongja biografin, og tí er ikki vist, at allar súður eru syftar. Men við framfararháttinum hevur býráðið kveistra alla demokratiskar mannagongdir til síðis, fyri at gjøgnumføra viljan hjá einum smølum meiriluta.
Fíggjarmálaráðið skal góðkenna lántøku
Umframt at málið skal viðgerðast tvær ferðir, er Klaksvíkar kommuna eisini í tí støðu, at kommunan er uml. 20 mió. Kr. omanfyri eina álíkningin og tískil er undir umsiting. Tí krevst góðkenning frá Fíggjamálaráðnum upp á hesa lántøku, sum verður uml. 3,7 mió. kr.
Tað vil við øðrum orðum siga, at um Fíggjamálaráðið ikki góðkennir lántøkuna, so er eingin fígging á vísa á, og so hevur man skrykt innbúgv úr Atlantis uttan nakrað endaliga heimild frá býráðnum ella Fíggjamálaráðnum. Tað skal eisini havast við, at fyri kortum var kommunan 80 mió. kr. omanfyri eina álíkning, men av tí at løgtingið valdi at broyta útrokningarháttin fyri hvussu nógv ein kommunan kann skylda, so er hetta nú komið niður á 20 mió. kr.
Jógvan Skorheim
Tummas Lervig
Signhild Johannesen
Óli M. Lassen
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo