Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Filmsfelagið: Mikudagin sýnir Filmsfelagið eina magiska biografsøgu úr Suðuramerika.

Tað er danska Lone Scherfig, sum er farin til Atacamaoyðimørkina í Kili at siga søguna hjá Hernán Rivera Letelier (f.1950) um gentuna, sum segði film, La Contadora de Películas (2009).

Rithøvundurin, Letelier, fekk í fyrrárið kilensku bókmentavirðislønina, Premio Nacional de Literatura.

Tað er unga Maria, sum eins og høvundurin býr í námsbýnum saman við foreldrum og trimum systkjum. Tey stríðst at fáa endar at røkka, og gerandisligu gleðirnar eru smáar og fáar. Men ein staður er, har gandurin bleiktrar og hugtekur øll: biografurin.

Men eftir eina spreinging í náminum, eru ráðini ikki longur at senda øll í biograf. Bara ein kann fara. Maria dugir at siga søgur, og verður tí send í biograf at bera søgurnar heim aftur til húskið.

Árini ganga og tilveran hjá Mariu broytist eins og søgan í landinum øllum. Nú er Maria vorðin fremsta kona at siga søgur, sum øllum vilja hoyra í vónini um tað góða, nú einaræðið hjá Pinochet fer um landið sum eitt kvørkratak.

Millum leikararnar eru Daniel Brühl úr Inglourious Basterds og Good bye, Lenin! og Bérénice Bejo úr The Artist.

Lone Scherfig (f.1959) er útbúgvin á Danska Filmskúlanum í 1984. Hon bleiv kendi við filminum Italiensk for begyndere (2000).

Filmsfelagið 1/5 kl 20:00 Pigen, der fortalte film (La Contadora de Películas Lone Scherfig Kili 2024 116 min)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo