Eins og undanfarin ár verður Bindifestivalur aftur í Fuglafirði, hesaferð í døgunum 23., 24. og 25. apríl 2020.
Á skránni verða hópin av verkstovum og fyrilestrum umframt túrar og hugnalig samvera í vøkrum og mennandi umhvørvi.
Allir áhugatímar eru á føroyskum ella norðurlendskum.
Bindifestivalurin er nú eisini væl kendur uttan fyri Norðurlond.
Fylg við dagføringum av skránni á heimasíðuni www.bindifestival.com og á Facebook.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo