Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hjá PF Wenzel verða verkstøðini stongd hvønn fríggjadag eftir ársskiftið. Tað vil siga, at arbeiðsvikan verður stytt niður í fýra dagar heldur enn fimm sum hon er nú.

Á facebookvanganum sigur fyritøkan, at kanningar uttanlands vísa, at ein styttri arbeiðsvika gevur minni strongd og effektivari starvsfólk.

- Tí er hugsanin, at vit arbeiða færri tímar, men náa sama arbeiði. Tískil er vónin eisini, at hetta fer at geva viðskiftafólki okkara eina betri uppliving, tí starvsfólkini fáa enn størri yvirskot í arbeiðsdegnum. Vit vita, at samfelagshjólini mala skjótt, og at nógvar familjur liva hamstaralívið, har tað er trupult at fáa gerandisdagin at hanga saman.

- Leiðslan á Wenzel hevur tí avgjørt, at arbeiðsvikan á verkstøðunum frá 1. januar 2023 verður stytt niður í 4 dagar. Starvsfólkini fara sostatt at arbeiða 4 dagar og hava frí 3 dagar um vikuna, men við somu løn, verður sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo