Týska avísin Bild skrivarelder at fleiri persónar eru dripnir undir býarfestivali í Solingen í Týsklandi.
Sambært avísini leyp gerningspersónurin á tilvildarlig fólk við knívi undir festivalinum.
Bild og avísin Solinger Tageblatt skriva at sambært teirra keldum eru minst tríggir persónar deyðir, og fleiri álvarsliga skadd, men hetta er ikki váttað av løgregluni.
Íbúgvarnir í Solingen eru bidnir um at halda seg burtur frá miðbýnum, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo