Akstovan hevur gjørt upp, hvussu nógv nýggj akfør vórðu skrásett í fjør.
Áhugavert er, at væl færri persónbilar vórðu skrásettir í fjør í mun til í 2021.
1.642 persónbilar vórðu skrásettir í fjør, og hetta eru 347 færri enn árið fyri, tá ið 1.989 persónbilar vórðu skrásettir.
Tilsamans vóru seld 2.281 akfør í fjør. Hetta eru 558 færri enn í 2021.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo