Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Sambært høvuðsráðgevanum hjá Landsverki í sambandi við byggingina av Skúladeplinum í Marknagili, hevur Landsverk skyldina av, at Glasir gjørdist ein sonn byggigøla.

Tað framgongur av samskifti millum BIG og Løgmansskrivstovuna í desember 2018 og januar 2019, sum VP hevur fingið alment innlit í.

Tað var annars júst Bjarke Ingels Group (BIG), sum Landsverk gav skyldina fyri meirnýtsluna, tá hetta var avdúkað í oktober 2018.

Afturvísir allar ákærur frá Landsverki
Eftir umbøn frá Heðini Mortensen, landsstýrismanni í samferðslumálum, gjørdi Landsverk eina frágreiðing um meirnýtsluna, har tey í stóran mun góvu BIG skyldina fyri, at byggiverkætlanin endaði so galið. 

Í einum skjali á 11 síður endurtekur og afturvísir BIG øllum ákærunum.

Eitt nú vísir BIG eisini á, at tað er Landsverk og ikki BIG, sum hevur staðið fyri øllum samskifti við undirveitarar.

Og at tað er ógreitt fyri BIG, um Landsverk hevur gloymt ella forsømt at fingið váttað røttu nøgdirnar.

Loftspláturnar, sum hava verið so nógv umrøddar, er eitt dømi, har BIG sigur tilboðslistan frá teimum vísa røttu nøgdirnar, meðan veitarin er farin skeivur.

BIG undirbyggir síni páhald við at visa til fíl-servaran BYGGEWEB, sum Landsverk hevur biðið allar ráðgevarar og veitarar um at samskifta umvegis.

Her finst skjalfesting fyri sjónarmiðunum hjá BIG, sambært BIG. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo