Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit kunnu ikki annað siga, enn at nógv er hent á ADHD økinum seinastu árini. M.a. hava vit fingið ADHD/Autismuvegleiðingina, sum allir limir kunna venda sær til, umframt Heimaráðgevingingina til familjur við børnum við ADHD/ADD.

Men enn er sera langt á mál, serliga er tað bíðilistarnir, ið bert vaksa fyri hvønn dag, við heilt øgiligum avleiðingum fyri tey børn, ið bíða í fleiri ár eftir hjálp.

Hettar góðtekur felagið ikki longur og fer at arbeiða við rættindum til diagnosu, rættindi til tíðliga hjálp og javnrætt generelt. Eisini fer felagið komandi ár, at arbeiða fyri atkomu til læring og arbeiði.

Fyrr helt man man vakst frá ADHD/ADD, men soleiðis hongur tað ikki saman!

Á aðalfundinum, ið verður í dag, sunnudagin 27.mars kl.15 í Smæruni, verður varpað ljós á evnið “Kvinnur við ADHD”, umframt umboð frá Heimaráðgevingini koma at greiða frá nýggja tilboðnum sum Almannaverkið bjóðar.

Felagið hevur eftir fáum árum meir enn tíggjufaldað limatalið, sum í dag telur yvir 330 limir. Stóra limatilgongdin sigur nakað um tørvin og týdningin á arbeiðinum hjá felagnum og ynski og vónir um broytingar í okkara samfelag.

Tað er ein heiður, men eisini ein sera stór ábyrgd at fáa. Megnar felagið at gera eitt gott arbeiði, so kann felagið verða við til at betra um gerandisdagin og framtíðarvánirnar hjá nógvum børnum og vaksnum við ADHD/ADD.

Tað er okkara aðalmál og fleiri vit eru, tess sterkari eru vit.

Til ber at melda seg sum lim á aðalfundurin í Smæruni J. H. Schrøtersgøta 7 frá kl.15-17.30.

Trý nevndaumboð standa fyri vali.

Vinarliga

Bjørg Dam
Forkvinna í ADHD felagnum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo