Biden við harðligari ávaring til Ísrael: Eingi vápn, um innrás verður gjørd í Rafah.
USA hevur sent stórar nøgdir av vápnum til Ísrael, og nøgdin gjørdist ikki minni men øktist eftir álopið hjá Hamas tann 7. oktobur, skrivar tíðindastovan AP.
– Sivil eru dripin í Gaza sum avleiðing av bumbunum, og á annan hátt tá farið verður eftir miðstøðum har nógv fólk eru, sigur Joe Biden forseti í samrøðu við CNN í nátt.
- USA fer ikki at senda vápn til Ísrael um Benjamin Netanyahu forsætisráðharri ger innrás í Rafah, skrivar VG.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo