Biden forseti vísti til eina søgu í The Washington Post, sum skrivar, at Elon Musk i 1990'unum arbeiddi ólógliga í USA í staðin fyri at lesa, tá ið hann kom úr Suðurafrika.
- Ríkasti maður í heiminum vísir seg at hava verið ein ólógligur arbeiðari, tá ið hann kom higar. Eg meini tað. Meiningin var, at hann skuldi lesa, tá ið hann kom upp á eitt studentavisum, segði Biden, skrivar TV 2.
Elon Musk hevur stuðlað forsetavalevninum Trump og hevur funnist at ólógligari tilflyting.
Ríkmaðurin hevur ikki svarað The Washington Post viðvíkjandi søguni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo