Joe Biden, forseti í USA, hevur ringt til fyrrverandi forsetan, Donald Trump og ynskt honum góðan betring, eftir at hesin í gjár varð raktur av skotum undir einum veljarafundi í statinum Pensylvania.
Donald Trump varð seint í gjárkvøldið útskrivaður av sjúkrahúsi, og hann er ikki í lívsvanda.
Gerningsmaðurin skal verað dripin av lívverjunum hjá Donald Trump. Minst eitt fólk í áhoyrarafjøldini lat lív, tá gerningsmaðurin loysti fleiri skot av ímóti fyrrverandi forsetanum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo