Í samrøðu við CBS sigur hann at hann er ikki vísur í at tað verður friðarligt um Kamala Harris vinnur valið og Donald Trump tapir.
– Um Trump tapir eri eg ikki tryggur. Hann meinar tað hann sigur. Vit taka hann ikki í álvara. Hann meinar alt sum hann hevur sagt um at tað verður eitt blóðbað um hann tapir, sigur Biden í samrøðu sum verður send sunnudagin sambært útlendskum miðlum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo