Føroyska Bíbliufelagið: Sunnudagin er hvítusunnudagur, og hvítusunndagurin er dagurin hjá Føroyska Bíbliufelagnum.
Henda dagin fingu ápostlarnir, staddir í Jerusalem, gleðiboðini at bera á ymsum tungumálum.
Bíbliufelagið vónar, at bæði kirkjur, samkomur og onnur, vilja standa saman við Bíbliufelagnum at
fáa bíbliuorðið út til alt Føroya fólk - ja allan heimin.
Endamálið hjá Bíbliufelagnum er at týða og geva út Bíbliuna og bíbilskt tilfar til allar føroyingar, so vit
øll hava møguleika at lesa og skilja Bíbliuna á móðurmálinum.
Bíbliufelagnum tørvar fíggjarligan stuðul
Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað við føstum stuðlum og gávum, og er hvítusunnudagur ein
munandi partur av fíggjarliga grundarlagnum hjá felagnum.
Við at geva gávunu, stuðlar tú eisini bíbliuarbeiðið í øðrum tjóðum. Í fjør vóru omanfyri 125.000 kr.
sendar Ukrainska Bíbliufelagnum. Bíbliufelagið stuðlar eisini sjónvarpsrásini Sat 7, ið ger
undirvísingar- og kristiligt tilfar til Miðeystur og Norðurafrika.
Nýggja bíbliuumsetingin, sum arbeitt verður við nú, er komin heilt væl ávegis. Eisini er komið lagt at
enduskoða Nýggja Sáttmálan frá 2017.
Bíbliufelagið takkar hjartaliga fyri tað, sum verður latið í kirkjum og samkomum sunnudagin, og sum
verður latið á annan hátt. Til ber at flyta Bíbliufelagnum ein gávu á niðanfyristandandi konti.
Meiri fæst at vita á www.biblia.fo.
Við tøkk og bøn um góðan stuðul.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo