Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

At vera erkvisin tænir sjáldan nøkrum endamáli. Tað ber boð um, at vit ikki hvíla í tí, ið vit eru. Gagnligt er, at vit kenna og hvíla í okkara samleika.

Lívið fellur lættari, og løtan kennist unniligari, tá ið dagurin er merktur av sinnisró. At hava frið við Guð og vera í javnvág við umhvørvið er ein góður lutur at ognast.

Við støði í tí sannkenning, at hvør hevur nóg mikið við sjálvan seg, og at vit eiga at feia fyri egnum durum, verður dvalt við hugtakið Bíbliubeltið.

Í heimligum jørðildi verður hugtakið nýtt um økið rundan um Skálafjørðin, bygdirnar innan fyri Gøtueiði og Klaksvík. Í hesum partinum av landinum stendur Hin Kirkjuliga Heimamissiónin sterk. Fríkirkjan Keldan og Brøðrasamkoman eru rættiliga virknar. Harafturat verða gudstænasturnar í kirkjunum væl vitjaðar sunnu- og halgidagar.

Hugtakið Bíbliubeltið hevur ein neiligan undirtóna. Ikki óvanligt er at hoyra ella lesa um tey fundamentalistisku kristnu í økinum. Nógvar viðmerkingar tykjast niðrandi. Møguliga er talan um happing.

At speireka fólk er ikki í lagið, líkamikið hvør ger gjøldur burtur úr hvørjum, og óansæð hvat evnið verður háðandi umtalað. Í einum fólkaræði í tí frælsa heiminum mega vit virða hugsjón, trúgv og áskoðan hvør hjá øðrum.

Vit hava rætt og frælsi til at tosa um, átala og mæla ímóti sjónarmiðum, ið tykjast okkum rong ella meiningsleys. Tónin eigur at vera sømiligur í virðing fyri tí einstaka persóninum og sannføringini hjá viðkomandi.

Tað sømir seg okkum, ið hava álit á Bíbliuni, at taka í egnan barm. Vit hava ikki altíð verið høvisk í orði og talu. Onkuntíð fóru vit ólagaliga fram við atliti at minnilutum, t.d. børnum fødd uttanfyri hjúnalag, hjúnaskilnaði og samkyndum. Trýst elvir móttrýst, og hvørki annað ella hitt er skilagott.

Óhøvisk tala og ljótur málburður eru óhóskandi hjá okkum, ið prædika boðskapin um Jesus. Júst her hevur undirritaði snávað meira enn einaferð. Haldi meg ikki hava nógv at angra, men tað harmist eg um, at ósømilig orð og óhóskandi málburður eru farin mær um varrarnar.

Søguliga er heitið Bíbliubeltið eitt ódámligt orð. Upprunin til heitið er at finna fyrst í 20. øld í landsynningspartinum av USA. Heitið er eitt eyknevni, ið var fest á konservativ kristin, ið vardu lívið í móðurlívi og ikki góðtóku, at menniskjan stavaði frá apunum.

Niðrandi eyknevni eru altíð óhóskandi. Tað er nú eitt, at konservativ kristin fáa eitt eyknevni. Men støðan er mikið álvarsamari enn tað og umfatar rættiliga nógv, ið vónandi allir føroyingar taka frástøðu frá.

Bíbliubeltið í USA fevnir um suðurstatirnar, ið taptu tað amerikanska borgarakríggið til teir ríkaru statirnar norðanfyri. Hugtakið hevur sín uppruna í einum øki við rasismu, har munur var á fólki við hvítari ella littari húð. Talan er um eina ófrættakenda samanrenning millum átrúnað, politikk, apartheid og rasismu.

Burturúr hesum vavstri millum ymiskar hugsjónir kemur so heitið Bíbliubeltið. Tað var ætlað sum ein skjótur niðrandi dómur yvir alt tað ræðandi, sum konservativ kristin kundu elva til.

Tíverri hava vit – møguliga umvegis Danmark – yvirtikið hetta hugtakið sum eina partvísa allýsing av teimum kristnu runt Skálafjørðin og norðanfyri. Nú verður eitt øki í landinum mett minni hugsandi enn aðrir partar, tí tey hava eina konservativa lívsáskoðan vit atliti at átrúnaði ella politikki ella báðum.

Hvar er tolsemi og tollyndi hjá okkum, ið t.d. búgva í høvuðsstaðnum? Virða vit sjálvsagda rættin at hugsa, trúgva, tala og skriva?

Jú, eisini konservativ radikal kristin hava gjørt miklan skaða. Tað staðfestir almenna minningarhaldið í Noregi í hesi vikuni. Tíggju ár eru liðin síðan vanlukkuliga dagin á Utøya. Ein syndarlig brotsgerð móti sosialistiskum ungfólki, har 77 teirra lótu lív.

At konservativ radikal kristin hava gjørt mistøk eigur ikki at fáa progressiv kristin at gera onnur mistøk við øðrum innihaldi. Trongskygni er altíð trongt uttan mun til, úr hvørjum ættum vindarnir blæsa. Snævurskygni er ongantíð víðskygt.

Øll somul eiga vit rættin at liva og skipa okkara egna lív innan teir karmar, ið tann lóggevandi myndugleikin ásetur. So stuttur er tann teksturin.

Eingin hevur rætt til at niðra og leggja seg út í átrúnaðarliga ella kynsliga samleikan hjá einum øðrum menniskja. Tíðin er komin, at vit gerast andaliga og hugsanarliga búgvin at liva í einum verðsligum samfelagi, ið er fólkaræðisliga grundað.

Fyri mær er Bíblian Guðs orð. Hon er ein heilag bók. Í Guðs orði fann eg mín samleika og fekk staðfest, at náði Guðs er mær nóg mikið. Bíblian er vegvísarin, hóast vegurin ikki altíð verður gingin.

Annað er so tað, at somu fordómar, sum eru í Eysturoynni, finnast aðrastaðni í Føroyum. Somu fordómar, sum eru runt um landinum, eru eisini í Eysturoynni.

Tey ávísu frábrigdini skyldast einamest tann sosiala arvin. Taka vit miðaltalið, verður munurin væntandi at kalla eingin við atliti at vitan og dygdum. Amen.

Orðið: ”Ein og hvør gudinnblásin skrift er eisini nyttulig til lærdóms, til aganar, til rættleiðingar, til uppvenjingar í rættvísi.” (Seinna Timoteusarbrævið 3,16).

Jógvan Fríðriksson
biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo