Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Teir borgarar, ið hava lagt lunnar undir ta vælferð, yngru ættarliðini njóta, verða í mongum førum umtalaðir á vanvirðisligan hátt. Eisini vísir tænastustøðið, ið hesir borgarar hava í boði, at teir verða ikki høgt raðfestir av Tórshavnar kommunu.

Eg haldi, at tørvur er á at betra um umstøðurnar hjá okkara eldru. Vit eiga at raðfesta eldraøkið hægri og betra um kor teirra, og soleiðis vísa í verki, at vit eru teimum takksom fyri, at tey hava lagt sítt besta í okkum.

Tey eldru hava ymiskan tørv og ynski, eins og aðrir íbúgvar í kommununi. Hesum eiga vit at taka hædd fyri, heldur enn einvíst at halda fast í, at kommunan skal hava meira fyri minni. Vit eiga ikki at ómynduggera nakran borgara, tí tað passar betur inn í okkara skipanir ella er bíligasta loysnin.

Tey, ið ynskja og hava møguleika fyri at búleikast í egnum bústaði, eiga at hava í boði heimavitjan til sosiala samveru, hjálp til  innkeyp og reingerð og aðrar tørvir. Hetta eigur kommunan at taka stig til at fremja, eitt nú í samstarvi við privatu vinnuna.

Møguleikarnir fyri at skifta ein størri bústað um við ein minni eiga eisini at verða betraðir.

Samstundis treingja vit til størri gjøgnumskygni, tá tað kemur til bústaðir í kommununi, sum upprunaliga vóru ætlaðir sum eldraíbúðir. Tá fjøldin ikki veit, at slíkar íbúðir eru til taks, so keypa onnur seg inn í íbúðirnar sum frá líður, meðan upprunaligi málbólkurin, sum hevur ovurstóran tørv á at skifta bústað, verður forbígingin.

Eldraráðið í kommununi hevur ivaleyst eitt so tætt tilknýti til eldru borgararnar, at tað kundi tikið á seg uppgávuna, at fáa til vega yvirlit yvir borgarar, sum ynskja at skifta til minni bústað. Eftir er so at fáa greiðu á hvørjir bústaðir eru til taks og at fáa teir í útboð, so hvørt teir gerast tøkir.

Anna Margretha Otthamar
Valevni hjá Miðflokkinum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo