Høgni Hoydal, landsstýrismaður í Uttanríkis- og vinnumálum, hevur lýst nýggja kunngerð, sum ger tað lættari hjá keyparum skjótt og lætt at kunna seg um prísin fyri eina vøru og at sammeta við javnlíka vøru, hóast t.d. snið, nøgd og vekt er ymiskt frá vøru til vøru.
Á henda hátt verður tað einafaldari hjá keyparum at velja millum ymsar javnlíkar vørur, serliga gerandisvørur, og tað hevur týdning, nú inflatiónin er hækkað, og nærum allir prísir eru øktir.
Í útgangsstøði fevnir kunngerðir um allar vørubólkar, eitt nú gerandisvørur sum matvørur, bløð og brennievni til motorakfør, eins og kunngerðin fevnir um byggitilfar, brúktar bilar o.a.
Av hesum verða eindirnar og kravdu upplýsingarnar nógvar, og tí verður mælt øllum til at lesa kunngerðina her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo