Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

HSF: Betri Stuðul hevur í morgun latið HSF 2,5 milliónir kr. í gávu. Tað verður gjørt í sambandi við EM-endaspælið í hondbólti hjá kvinnum, sum verður í vetur. 

- Vit standa sjálvandi saman um hondbóltskvinnurnar, sum hava vunnið seg til EM-endaspælið. Tær eru fyrimyndir fyri okkum øll. Vilji, dirvi og felagsskapur teirra hevur gjørt, at tær nú skulu kappast um at blíva bestar í Europa. Hetta hevur stóran týdning. Ikki bara fyri føroyskan kvinnuhondbólt og Føroyar sum heild, men eisini sum íblástur fyri børn og ung, staðfestir Jens Johan Dam, formaður í Betri.

Betri stuðul letur á hvørjum ári stuðul og peningagávur, sum eru við til at fyribyrgja sjúku, fremja tryggleika – ella gagna samfelagnum í breiðari merking.

- Vit stuðla eisini ítrótti á mangar mátar, tí vit vita, at serstaki felagsskapurin í ítrótti hevur eina sterka fyribyrgjandi megi. Sæð frá einum samfelagsligum sjónarhorni fara ringarnir av hesum avrikinum eisini at breiða seg. Tí fær Hondbóltssambandið hesa gávuna frá Betri Stuðli,  soleiðis at hondbóltsvirksemið í Føroyum ikki verður skert av EM-luttøkuni, sigur Jens Johan Dam.

Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, fegnast um gávuna og staðfestir, at hetta kemur sera væl við.

- Tað krevur nógv fíggjarliga at vera við til slík endaspøl. Okkara kvinnur standa seg væl, og tað kostar at vera við millum tey bestu. Tí eri eg sera takksom um hesa gávuna frá Betri, staðfestir hon.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo