Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Betri: Betri Stuðulsgrunnurin hevur í morgun latið HSF eina gávu á 2,5 milliónir kr. til EM-endaspælið í hondbólti.

- Okkara leikarar hava prógvað, at tað ótrúliga kann lata seg gera. Statistiskt eigur tað jú ikki at bera til, at Føroyar eru við á hesum støðinum. Gravgangurin eftir at sleppa til Berlin at heppa er eisini ovurhonds stórur, so stuðulin millum føroyingar er dyggur. Hetta er ein stórhending, ið hevur víðfevndan týdning fyri Føroyar og føroyingar, vísir Aslaug Gisladóttir á.

- Sjálvandi standa vit saman um landsliðið. Hetta bragdið hevur longu samansjóvað okkum. Fingið okkum at ernast og at rætta ryggin. Hetta hevur nógvar møguleikar við sær, bæði fyri føroyskan hondbólt, men eisini fyri vinnulívið, Føroyar sum ferðamál og ikki minst sum íblástur fyri børn og ung, vísir nevndarforkvinnan á.

Stuðulsgrunnurin hjá Betri letur á hvørjum ári stuðul og peningagávur, sum onkursvegna kunnu vera við til at fyribyrgja sjúku, fremja tryggleika – ella gagna samfelagnum í breiðari merking.

- Vit stuðla ítrótti av øllum handa slagi, tí ítróttur jú hevur eina sterka fyribyrgjandi megi. Og frá einum samfelagsligum sjónarhorni fara ringarnir av hesum avrikinum at breiða seg í mong ár frameftir. Tí fær Hondbóltssambandið nú hesa gávuna frá Betri Stuðli. Hetta er somuleiðis við til at tryggja, at breiða hondbóltsvirksemið í Føroyum ikki verður skert av EM-bragdinum, staðfestir Aslaug Gisladóttir.

Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandinum, fegnast um gávuna og staðfestir, at hetta kemur sera væl við.

- Tað er dýrt at vera við í toppinum. EM-luttøkan fer at krevja nógv fíggjarliga, og hartil gongur tað væl í føroyskum hondbólti, sum heild, bæði her heima og hjá hinum landsliðunum. Vit standa okkum væl, og tað kostar. Tí eri eg sera takksom um hesa gávuna frá Betri. Hon munar veruliga, staðfestir hon.  

Á lítlari samkomu í morgun handaði Aslaug Gisladóttir peningagávuna á hálvatriðju millión og ynskti Gunn Ellefsen og HSF góða eydnu við bæði fyrireikingum og endaspæli. 

Fakta um Betri Stuðul:
- Betri er eitt kundaátt felag, og Betri stuðul er ein máti at lata nakað gott aftur til limirnar og samfelagið í breiðari merking.
- Í ár eru 30 milliónir settar av til stuðul av ymsum slagi.
- Gávur verða lætnar eftir umsókn, men eisini av eintingum.
- Gávur og stuðul verða latin endamálum, ið fyribyrgja sjúku, fremja tryggleika ella gagna føroyska samfelagnum.

Les meira á www.betristudul.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo