Læknalyftið varð orðað á lærda háskúlanum í Keypmannahavn í 1815 og er ikki broytt síðani – lyftið byrjar við, at ein lækni skal í mesta mun stremba eftir at nýta sín kunnleika og vitan at gagna samfelagnum og sínum medmenniskjum.
Á vanligum føroyskum merkir hetta, at ein lækni skal altíð við fullum huga fara væl um sínar sjúklingar – men samstundis eisini vera greiður yvir sína samfelagsskyldu, m.a. at umsita væl tann pening, sum samfelagið veitir heilsuverkinum.
Tað er vælkent, at politiska skipanin, og kanska almenningurin við, hevur eina ímynd av heilsuverkinum sum eitt endaleyst dýpi, tá talan er um fígging.
Og harvið verður eisini kanska illgitt um, at tað verður lítið og einki gjørt fyri at avmarka óneyðugar útreiðslur í heilivági v.m.
Veruleikin er tó, at allarflestu læknar og onnur í heilsuverkinum hava langt síðani viðurkent, at peningurin og tilfeingið, ið verður játtað frá politisku skipanini, er avmarkað.
Kakan hevur eina ávísa stødd, og skal ein hava eitt stórt petti, so verður minni til ein annan – hetta er veruleikin.
Ein stór útreiðsla innan heilsuverkið er heilivágur. Menningin innan flestu øki hevur verið stór seinastu nógvu árini.
Heilivágur fyri m.a. hjartasjúku og krabba fylla nógv, men innan fleiri øki hevur lívfrøðiligur heilivágur verið tað stóra frambrotið, ið hevur tryggjað eina stóra framgongd í viðgerðini av tarmsjúkum, giktasjúkum, húðsjúkum v.m.
Lívfrøðiligur heilivágur kostaði sera nógvan pening í eitt langt tíðarskeið, sum heilt greitt var ein avmarking – gáttin at fáa heilivágin var væl hægri enn í dag.
Heilivágsfyritøkurnar, ið eru fyrst við einum heilivági, hava eitt patent, ið vanliga varar 10 ár. Í hesum tíðarskeiði kunnu tær næstan áseta ein prís, sum teimum lystir.
Útreiðslurnar at menna heilivág eru stórar, men inntøkurnar eru eisini øgiligar.
Tá 10 ár so eru liðin, kunnu aðrar fyritøkur byrja at gera sama heilivágin. Hetta skapar eina stóra kapping um prísin – tað hava vit sæð umaftur og umaftur.
Í Danmark er ein skipan, har tað almenna sendur alla væntaða heilivágsnýtslu í útboð – hetta fyri at tryggja bíligasta prís, ið danska heilsuverkið og harvið danska samfelagið skal rinda.
Føroyska heilsuverkið fær gagn av hesum útboðum, tí vit keypa heilivág úr Danmark.
At prísurin av t.d. lívfrøðiligum heilivági er fallin nógv, tí fleiri heilivágsfyritøkur nú kappast, merkir, at fleiri sjúklingar kunnu fáa ágóðan av viðgerðini.
Men prísurin kann sveiggja, og tí er týdningarmikið, at heilsuverkið allatíðina er vakið, og heldur eyga við, at bíligasta útgávan av sama heilivági verður nýtt.
Hetta skulu læknar eisini hava í huga, tá teir viðgera sjúklingar.
Tað er heilt einfalt teirra skylda at tryggja, at peningur til heilivág verður brúktur so skynsamt sum møguligt. Kakan er bara so stór – peningur brúktur til ov dýran heilivág at ríka ávísar heilivágsfyritøkur verður tikin frá øðrum í heilsuverkinum ella samfelagnum.
Harvið er tað eisini okkara skylda sum læknar ikki at tosa ilt um vælprógvaðan heilivág við at nýta heiti sum “kopimedisin” v.m. Tí hetta hevur stóra ávirkan, hvussu væl heilivágurin kann væntast at virka hjá sjúklingum.
Fær ein heilivág fyri t.d. pínu ella andaneyð, so hava kanningar víst, at tað hevur stóran týdning, at læknin eisini hevur ein jaligan hugburð mótvegis viðgerðini.
Við omanfyristandandi í huga er tað hugstoytt at staðfesta, at ivi verður sáddur alment í Kringvarpinum og av einum fólkavaldum politikara um arbeiðið hjá verandi giktalækna á Landssjúkrahúsinum.
Ein serlækni, sum fyrimyndarliga røkir sínar skyldur bæði mótvegis sjúklingum og samfelagnum, eins og læknalyftið ásetur.
Ein serlækni, sum hevur verið 10 ár innan giktaøkið og harvið valla kann kallast at vera óroyndur ella nýggjur í fakinum.
Og ein serlækni, sum á ongan hátt eigur nakran lut í orrustuni millum fráfarna giktalæknan og heilsuverkið, men alíkavæl verður drigin inn í málið av órøttum – tað er ikki rætt, líkamikið hvussu harmiligt tað málið er.
Tá ein serlækni ger sína skyldu og røkir sítt starv, so eiga hvørki Kringvarpið ella fólkavaldir politikarar at sáa iva ella varpa ágang mótvegis viðkomandi – tað er einki annað enn átaluvert.
Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga.
Jan Rasmussen
Formaður í Serlæknafelagi Føroya
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo