Eitt sunt samfelag stuðlar javnstøðu, ið beinir burtur allan mismun vegna fosturtøku.
Burturbeiningin av grovum barnamismuni, sum avleiðing av fosturtøkum, er eitt greitt tekin um eitt lívgandi og fløvandi samfelag.
Har sum hitt ómetaliga barnavirðið, er knýtt at kærleikanum til upphav lívsins, har nørist hitt frælsa samfelagið við sínum javnrættindum, rættartrygd og javnsettum møguleikum til øll fødd, sum ófødd børn.
Tað er uttan mun til kyn, aldur, foreldur og óansæð um gullið varð gitið í hungursneyð, við harðskapi ella í ringasta siðloysi.
Tí gullið er børn og børn eru gull.
Hitt virðismiklasta hjartamálið í samfelagum er at góðskutryggja tey allar minstu.
Tað javnsetur virði barnanna við teg og meg.
Ja, soleiðis eigur tað at verða.
Kærar heilsur
Ragnar Ludvig
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo