Hagstovan: Gistinæturnar vóru knapt 7.700 í januar. Tað eru slakar 800 fleiri samanborið við sama mánað í 2022, ið svarar til ein vøkstur upp á 11 prosent. Hetta er samstundis met fyri januarmánað.
Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.
Flestu gistingarnar eru í Tórshavnarøkinum. Í januar vóru 91% av gistingunum í Tórshavnarøkinum. Tað eru 4 prosent færri enn sama mánað í fjør.
Í januar áttu føroyingar 48 prosent av gistináttunum. Tað eru 5 prosent lægri enn í sama mánað í 2022. Ferðafólk úr Danmark og útlendsk ferðafólk úr øðrum londum enn Danmark áttu ávikavist 31 og 21 prosent.
Fleiri innskrivingar í januar
Innskrivingarnar vóru góðar 4.200 í januar. Tað eru 17 prosent hægri enn í sama mánað í 2022. Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.
Nýtslustigið nærum óbroytt
Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 24 prosent av kømrunum vóru brúkt í januar. Tað er á sama stigi sum í januar í 2022, tá 22 prosent av kømrunum vóru brúkt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo