Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í morgin, hósdagin 6. oktober kl 19:30, skipar Nám fyri byrjanarkvøldi í sambandi við lýstu kappingina um Besta skúlabókahandrit.

Regin Marnersson, stjóri í Námi, bjóðar vælkomin, Signar í Homrum syngur góðar sangir og vit fáa eina festliga skúlakøku frá Gudny’sa køkum.

Síðan fara Oddfríður Marni Rasmussen og Hanna Jensen á kveikjandi hátt at siga frá um egnar royndir og møguleikar at gera tilfar, sum kann verða brúkt í undirvísing. Tey fara eisini at geva eitt boð uppá, hvørji krøv dagsins skúli eigur at seta tí góða handritinum.

Tiltakið er alment, og tey, sum møta, sleppa til orðanna, og ritstjórar í Námi vera til staðar.

Í sambandi við handritakappingina kunnu ritstjórar í Námi eisini geva teimum ráð, sum hava hug at skriva. Rágevingin er í mesta lagi fimm tímar til hvønn høvund, sum er við í handritakappingini.

Alt um handritakappingina sæst á heimsíðuni hjá Námi og á Snar:

http://snar.fo/skipan/kunning/news/besta-skulabokahandrit/

Ein reklamufilmur um handritakappingina er eisini gjørdur:

https://player.vimeo.com/video/182820297?autoplay=1

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo