Flogbóltssamband Føroya: Undir stórsteypadystinum í Flogbólti á Sandi í dag ímillum bestu kvinnuliðini hjá Drátti og Fleyr, undirskrivaðu Hotel Djurhuus, Wenzel, sum selur Polestar bilarnar, og Flogbóltssamband Føroya eina avtalu um bestu flogbóltsdeildirnar.
Jenny í Heiðunum frá Hotel Djurhuus, Gunnar Nielsen frá Wenzel og Peter Hom frá Flogbóltssambandi Føroya undirskrivaðu avtalurnar.
Hetta merkir, at næstu árini fer besta deildin hjá kvinnum at verða nevnd Hotel Djurhuus deildin og besta deildin hjá monnum verður nevnd Polestar deildin.
Fyri Flogbóltssamband Føroya, hevur tað alstóran týdning, at vit hava funnið nýggjar deildarstuðlar, nú trý ára samstarvið við Føroya Tele endaði.
- Vit eru takksom fyri, at Hotel Djurhuus og Wenzel ynsktu at taka yvir, og vit gleða okkum at samstarva við hesar fyritøkurnar næstu árini, sigur Peter Holm, formaður í FBF.
Nýggja sponsor avtalan byrjar 22. september.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo