Fríggjakvøldið og leygarkvøldið hevur poppbólkurin Lukas Graham konsertir í høllini á Hálsi í Havn. Konsertin leygarkvøldið er útseld, men framvegis ber til at keypa atgongumerki til konsertina fríggjakvøldið.
Nógv verður gjørt burtur úr tøknini til konsertinar við helst best umtókta poppnavninum á okkara leiðum í løtuni.
- Vit hava ongantíð áður brúkt eitt so stórt og framkomið anlegg til eina innandura konsert í Føroyum áður. Anleggið skal ljóða hart og væl, so at áhoyrararnir kunnu uppliva tónleikin hjá Lukas Graham á besta hátt, sigur Hjalmar Hvítklett, stjóri í fyritøkuni Ljóðtøkni, ið stendur fyri ljóðinum til konsertirnar um vikuskiftið.
- Lukas Graham er bólkur á altjóða stigi, og ljóðanleggið, sum teir skulu brúka í Føroyum, skal eisini liva upp til tað. Vit hava áður sæð, hvussu væl Lukas Graham spælir, og upplivingin um vikuskiftið skal verða á sama høga stigi – eisini tøkniliga.
Atgongumerki til konsertina fríggjakvøldið kl. 21.00 fáast í Vodafone í SMS og Runavík og á heimasíðuni hjá Reinsarínum.
Bæði kvøldini hitar Signar í Homrum upp.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo