Sambært meiningarkanning á VP siga nærum helvtin av lesarunum, at teir antin "ikki tora" ella "ivast" í um teir fara at lata seg koppseta ímóti korona, tá vaksinan verður tøk.
Tilsamans siga 51% seg ikki ivast í, at tey fara at lata seg koppseta. 23% siga seg ikki tora og 24% hava enn ikki tikið støðu. Atkvøtt er 2.500 ferðir.
Tað hevur verið frammi, at skal ein komandi vaksina vera effektiv, so er tað av størsta týdningi, at so nógv sum gjørligt lata seg koppseta.
Fyri ein góðan ordans skyld skal her skoytast uppí, at meiningarkanningar sum hesar skulu takast við fyrivarni, tí tær eru á ongan hátt vísundaligar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo