Summar Festivalurin: Summar Festivalurin verður hildin um vikuskiftið, og stórur áhugi er fyri at koma á landsins størsta tónleikatiltak.
Økið á Vágsbø er nakað minni í ár orsakað av bygging í økinum, og tí hava fyrireikararnir avgjørt, at 8.000 fólk sleppa á Summar Festivalin í ár.
Forsølan gongur sera væl í løtuni, og tí boðar Summar Festivalurin frá, at bert 1200 vikuskiftispass afturat verða seld í forsølu. Hesi kunnu keypast umvegis heimasíðuna sf.fo ella í Telebúðum.
Afturat tí verður eitt avmarkað tal á dagsbillettum sett til sølu. Hesar billettir kunnu bert keypast við inngongdina á sjálvum degnum.
Summar Festivalurin byrjar hósdagin og heldur fram til leygarkvøldið. Millum stóru bólkarnar, sum framføra á festivalinum í ár, er eru Europe, Suzi Quatro og Thomas Anders úr Modern Talking.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo