Fríggjadagin 18. sept kl 20:00 letur Bernhard upp einsæris málningasýning í Ribarhúsi. Bernhard er fuglfirðingur, og uppvaksin Vesturi í Innandals.
Hann er sonur Kristinu og Ole Jacob- Olla á Geilagarði. Tað er so stak vakurt í Innandals, har natúran undir Blábjørgum og í Gjógvará lata av sær av Guða givnum ljóði og ljósi alt døgnið, so eygu og oyru hava sælar stundir av hesum fyribrigdi.
Hann hevur stillað út á Varmakelduframsýningini, og nertur hann við sínum penslum á ein natúrligan hátt, tað sum eygað sær næst við.... eins og skýljós og grúgvuljós hálsfevnast í fríum lofti undir hansara penslastrokum.
Hann er útbúgvin málari , og framsýningin hongur uppi til hósdagin 1. oktobur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo