StÍF og Berkan Otman hava gjørt avtalu um at halda fram við samstarvinum komandi kappingarár. Berkan hevur seinasta kappingarár verið høvuðsvenjari hjá besta mansliðnum, og hevur hann eisini havt høvuðsábyrgd fyri øllum dreingjaliðunum, og tað er hetta samstarvið, sum heldur fram.
Ein av uppgávunum hjá honum er at menna og geva íblástur til hjáparvenjarar í øllum aldursbólkunum.
Samstarvið millum StÍF hevur verið gott og gevandi. Berkan hevur verið íðin og málrættaður í sínum arbeiði og hevur ment hondbóltin og felagsskapin á teimum liðum, sum hann hevur havt ábyrgd av.
Berkan er 39 ár. Hann hevur drúgvar royndir sum venjari í heimlandinum Turkalandi. Hann hevur verið venjari í bestu deild í heimlandinum. Eisini hevur hann m.a. verið venjari hjá U18 landsliðnum. Hann var í fleiri ár leikari á høgum stigi í Turkalandi; var á ungdómslandsliðnum í nøkur ár.
Berkan hevur hægstu hondbóltsvenjaraútbúgvingina EHF Master Coach.
StÍF feganst um, at tað hevur eydanst at leingja góða samstarvið við Berkan.
Á myndini eru Rúni Rasmussen, formaður í StÍF, og Berkan Otman, høvuðsvenjari hjá StÍF (manslið og dreingjaliðini).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo