Almanna- og Mentamálaráðið: Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg, hevur raðfest at hækka játtanina til felagsskapin Beran við 400 tús. kr. á fíggjarlógaruppskotinum, sum nú er lagt fyri Løgtingið.
Høvuðsendamálið hjá Beranum er at geva børnum og ungum, ið hava mist foreldur og/ella systkin, eitt stað, har tey kunnu hittast og práta við onnur í somu støðu. Berin skipar eisini fyri bólkum fyri foreldrum, sum hava mist børn, og veitir vegleiðing og ráðgeving, eins og samtalur við sálarfrøðing.
Í eina tíð hevur Berin víðkað virksemið, til eisini at hava eitt tilboð til børn og ung, sum hava álvarsama sjúk foreldur ella systkin. Tilboðið hevur hilnast væl, og tørvurin hevur víst seg at vera stórur.
- Hendan raðfesting ger tað møguligt hjá Beranum at møta tí alsamt vaksandi tørvinum, eins og at gera tilboðið til børn og ung, sum hava álvarsama sjúk foreldur ella systkin til eitt varandi tilboð, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum.
Virksemið hjá Beranum fevnir um arbeiði, ið fremur sosiala vælferð og trivnað, sum kunnu fyribyrgja sálarligar og sosialar trupulleikar seinni í lívinum. Við hækkaðu játtanini á 400 tús. kr., verður samlaða játtanin til Beran 1,8 mió. kr.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo