Lions Club: Ágóðin frá stórsteypadystunum í bæði hondbólti og fótbólti er nú handaður Beranum, sum frá Lions Club í Føroyum fekk 50.000 krónur til sítt virksemi.
Sum tað er í londunum rundan um okkum, eru stórsteypadystirnir eisini ‟Charity Shield”-dystir, so endamálið ikki bara er hondbóltur ella fótbóltur, men eisini at savna inn pengar til eitt vælgerandi endamál.
Dystirnir um Lionsbikørini í hondbólti og stórsteypadystirnir í fótbólti verða fyriskipaðir í tøttum samstarvi við ávikavist Hondbóltssambandið og Fótbóltssambandið, og soleiðis hevur tað verið í fleiri ár, til stóra gleði fyri allar partar.
Í septembur mánaði vóru dystirnir hjá hondbóltinum og í mars mánaði teir hjá fótbóltinum, og hesa ferð fór stuðulin til Beran, sum hevur yvir tjúgu ár á baki og virkar fyri, at børn og foreldur í sorg gerast betur før fyri at handfara sorgina, mennast og læra at liva við sorgini.
Takksom fyri stuðulin
– Vit eru hjartansfegin um stuðulin og vilja takka Lions Club fyri pengarnar, ið verða brúktir til at stuðla og hjálpa børnum og ungum, sum hava mist ella sum hava álvarsama sjúk foreldur ella systkin og til foreldur, sum missa børn.
Tað sigur Oddvør Poulsen, leiðari í Beranum, ið sjálv um dagarnar var til staðar á fundi hjá Lions Club, har hon tók ímóti stuðlinum, ið hesaferð gjørdist 50.000 krónur.
– Hetta eru kærkomnir pengar, ið sum sum heild eru við til at styrkja og menna virksemið hjá Beranum, so hjálpin kann røkka flest møguligum familjum, hvørs lív er merkt av sorg og sakni, sigur hon.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo