Vinnuhúsið: Á ársaðalfundinum í Handilsvinnufelagnum vórðu tveir nýggir limir valdir í nevndina fyri Claus V Chritsensen og Áka V Poulsen, sum fóru úr nevndini.
Nýggju limirnir í nevndini eru Bjarni Bogason og Hilmar Sam Lamhauge.
Nevndin í Handilsvinnufelagnum hevur skipað seg soleiðis:
Bergur R. D. Jensen, formaður
Bjarni Bogason, næstformaður
Eyðvør Berg, nevndarlimur
Gunnar Mohr, nevndarlimur
Hilmar Sam Lamhauge, nevndarlimur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo