Í sambandi við tiltakið í Vágsbotni í morgin, fríggjadagin 22. juli, verða fleiri vegir stongdir fyri allari ferðslu frá kl. 10 til kl. 13. Tó ber væl til at koma sær oman á Skálatrøð.
Stongdu gøturnar eru Tórsgøta, frá Sverrisgøtu oman til Vágsbotn, Mylnugøta, frá Bryggjubakka til Bringsnagøtu, Undir Bryggjubakka og Vágsbotnur frá Bøgøtu.
Gjørt verður vart við, at til ber at koyra oman á Skálatrøð gjøgnum Gríms Kambansgøtu, frá krossinum Landavegur/Dr. Jacobsensgøta oman í Bøgøtu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo