Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Real Madrid stjørnan og franski áleyparin Karim Benzema vil nú sleppa at skifta landslið.

Hetta hendir, eftir at forsetin í franska fótbóltssambandinum, Noel le Graet, hevur sligið fast, at avgerðin, um at hann ikki skal sleppa spæla aftur á franska landsliðnum, stendur við. 

Hetta skrivar tv2.dk.

Benzema hevur ikki spælt á franska landsliðnum síðan 2015, tá ein sexskandala hevði við sær, at hann varð sendur til hús.

Benzema metir, at hann hevur meira at geva í landsliðsfótbólti, men Noel le Graet undirstrikar, at ævintýrið hjá Benzema við Fraklandi er liðugt.

Hetta er franski áleyparin ikki so glaður fyri:

- Noel, tú skalt ikki blanda teg í avgerðirnar hjá landsliðsvenjaranum. Tú skalt vita, at tað bara eri eg, sum geri av, nær eg eri liðugur í landsliðshøpi. Um tú heldur meg vera lidnan, lat meg so sleppa at spæla fyri eitt land, sum eg havi loyvi at spæla fyri, og so fáa vit at síggja, skrivar Benzema á Twitter.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo