Eitt av teimum fesku og spennandi nøvnunum á føroyska tónleikapallinum er 22 ára gamli Benjamin Rajani, sum fyri tveimum árum síðani byrjaði at skriva sangir. Í fjør kom hansara fyrsti sangur út, og síðani hevur hann givið eina EP út.
Seinasta útspælið hjá Benjamin Rajani er sangurin Freedom In His Light, sum kom út herfyri.
Benjamin Rajani er singer/songwriter og skrivar erligar og kensluríkar sangir um tilveruna og lívið. Hann dugir væl at framføra sínar sangir live.
Benjamin Rajani fer at framføra á Torginum á Summar Festivalinum, sum verður hildin dagarnar frá 10. til 12. august.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo