Belgia tryggjaði sær bronsu undir hesum HM. Belgia vann 2-0 á Onglandi. Ongland hevði tonsavís av møguleikum at tryggja sær fyrsta steypið í 52 ár.
Hazard hevur økt til 2-0.
Thomas Meunier hevur skorað fyri Belgia.
Bronsufinalan í dag verður næstan sum ein vanligur Premier League-dystur, tí átta av teimum ellivu sum byrja inni fyri Belgia, leika í ensku Premier League.
Ongland hevur gjørt fimm broytingar frá semufinaluni móti Kroatia. Phil Jones, Ruben Loftus-Cheek, Eric Dier, Fabian Delph og Danny Rose koma inn. Út fara Ashley Young, Kyle Walker, Jesse Lingard, Jordan Henderson og Dele Alli.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo