Belgia vísti sína styrki í seinna hálvleiki við at vinna 3-2 móti Japan. Nú skal Belgia leika móti Brasil í næsta dystinum, kvartfinaluni, sum verður fríggjadagin.
Og Belgia fær tað triðja málið í seinastu sekundunum av yvirtíðini.
Belgia hevur nú skorað tvey mál, tað seinna skoraði Fellaini.
Japan hevur nú lagt seg á odda við tveimum málum móti Belgia.
Bert 7 minuttir farnir av seinna hálvleiki og Japan er um at knúsa Belgia við báðum málunum í seinna hálvleiki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo