Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Komandi vikuskifti skipar Opera.fo fyri ”Bel canto”- konsertum. Tann fyrra verður fríggjakvøldið 18.august í Norðurlandahúsinum, og tann seinna sunnudagin 20.aug, í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.

“Bel canto” ið á italskum merkir “vakur sangur”, verður nýtt bæði um klassiskan sangteknikk og um eitt ávíst tíðarskeið, tá komponistar sum Donizetti, Bellini, Rossini og Verdi livdu. Og júst hetta verður á skránni, tá tey bæði, Birita og Douglas, saman við dugnaliga klaverleikaranum Akseli Remmel, trína á pall.

Birita Adela byrjaði sína klassisku sangútbúgving í Nürnberg, í meistaralæru hjá Douglas Yates, og hevur seinnu árini verið verkætlanarleiðari hjá Opera.fo. Umframt ymiskar uppgávur uttanlands hevur hon m.a. sungið leiklutin Náttardrotningin í barnaoperuni “Gandafloytan”, sum var sýnd á Tjóðpallinum í fjør.

Douglas Yates, ið er úr Texas, hevur vunnið stórar sangkappingar kring Europa og USA, og er tríggjar ferð á rað tilnevndur “Ársins sangari” av Metropolitan Opera National Council. Á føroyska pallinum kenna vit hann frá uppsetingum hjá Opera.fo í leiklutunum Don Giovanni - “Dagbókin hjá Leporello” (2018) og Sarastro - “Gandafloytan” (2022).

Aksel Remmel er útbúgvin á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum í Keypmannahavn. Hann hevur framført bæði við Aldubáruni og sum solistur til Nýggjárskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri. Eisini er hann partur av føroyska ensemblinum EKA, sum í fjør vann FMA heiðursløn fyri ársins navn í opna bólkinum.

Konsertirnar vera í Norðurlandahúsinum 18. august og Mentanarhúsinum í Fuglafirði tann 20. august.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo