Í seinastuni hevur verið lýst eftir samskiftisfólki til stjórnarskrivstovuna hjá Heðini Mortensen á ráðhúsinum í Havn. Starvið er nú sett.
Óla Jákup Rólantsson hevur sitið sum miðlaráðgevi hjá borgarstjóranum í skjótt 15 ár, og fleiri onnur hava roynt seg í styttri og longri tíðarskeið. Høgni Reistrup var leingi samskiftisráðgevi, Eilen Anthoniussen, sum nú er ritstjóri á Námi, var eina tíð, og Annfinnur Heinesen, sum nú er stjóri á mentanarhúsinum Varpinum, sat eisini eina tíð í starvinum.
Rólantsson er nú vorðin pensjónistur og er farin niður í starvstíð, so nú varð søkt eftir nýggjum fólki. Valið fall á Beintu Løwe, sum bæði er kend sum løgtingskvinna, sum tíðindafólk og ikki minst sum politiskur viðmerkjari.
VP veit, at Beinta Løwe í løtuni arbeiðir fyri Tórshavnar kommunu við at orða eitt uppskot til nýggjan vinnupolitikk, so hon flytir helst bara skrivstovu.
Hon er útbúgvin stjórnmálafrøðingur og journalistur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo