Í kvøld kl. 21 verður beinleiðis stroyming úr Tórsgøtu við føroysku kometini Jasmin.
Jasmin hevur langtsíðani prógvað síni evnir í Føroyum, og nú byrjar útheimurin eisini at fáa eyguni upp fyri magisku røddini hjá Jasmin. Men áðrenn útlondini renna avstað við Jasmin, so sleppa vit at uppliva hana live úr Reinsaríinum.
Tá mann vinnur ta fyrstu heiðurslønina, so streyfar tankin um byrjanarheld og døgnflugur. Men tá mann vinnur heiðurslønir ár eftir ár eftir ár, so er talan um góðsku. Og er tað eitt orð, sum lýsir Jasmin, so er tað góðska.
Seinastu dagarnar er Jasmin farin í sjálvboðið sóttarhald, men hon er ikki einsamøll. Jasmin er farin í solidariskt sóttarhald saman við bólkinum, og hví ikki gera sóttarhaldið til eina venjingarlegu, tá mann nú er í gongd? Og tað er akkurát tað, sum Jasmin hevur gjørt. Ein avgerð, sum vit gleðast um, tí tað verður ein Jasmin í absoluttum toppformi, sum trýnir inn á skermin týskvøldið kl. 21.
Leinkjan til konsertina: https://torsgota.fo/stroyming/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo