KVF: Beint eftir Dag & Viku verður ein beinleiðis oyggjaleikasending av Guernsey við práti, innsløgum og finalu í 400 metrar renning.
Føroyar hava møguleika at vinna sítt fyrsta gullheiðursmerki í dag. Í bogaskjóting eru Føroyar ein av favorittunum í fleiri av greinunum og væntað verður, at bogaskjúttarnir megna at vinna heiðursmerkir.
Eisini í 400 metrar renning við monnum eru Føroyar millum favorittarnar. Jónas Isaksen er skjótasti føroyingur nakrantíð og tí er stórur spenningur um hann megnar at renna seg til gull í kvøld. Hansara sergrein er tó 200 metrar, sum hann skal renna seinni í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo