Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Mynd: VP

Mynd: VP

- Frihedsbrevet ringdi týsdagin í vikuni, meðan eg sat á fundi í Fíggjarnevndini, so eg fekk ikki tikið telefonina, og so seinni kom eitt sms um forfólka orðaskiftið, sigur Beinir Johannesen, formaður Fólkafloksins, sum eisini var dagurin, tá ið ringt var til millum annað formannin í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, og formannin í Miðflokkinum, Jenis av Rana.

Og sambært grein fyrr í dag á VP, so svaraðu formenninir í Sambandflokkinum og Miðflokkinum beinanvegin týsdagin at teir komu ikki.

Við tað at Beinir Johannesen ikki fekk svarað telefonini, var skrivað til hann frá Frihedsbrevet, har sagt var, at tey høvdu fingið játtandi svar frá øllum, uttan honum.

- Hóast eg hevði aðrar ætlanir, so segði eg, at eg skuldi koma, tí eg ynskti ikki at vera tann einasti formaðurin, ið ikki fór at taka lut.

- Men tað vísti seg so aftaná, at onkur hevði svarað nei og onkur annar ikki svarað, sigur Beinir Johannesen nú eftir at hava verið í OY og tikið lut í orðaskriftinum, har eini 100 fólk høvdu leitað sær at hoyra orðaskiftið.

- Og tá ið hevði sagt ja at koma, hóast eg fekk hetta at vita aftaná um at onkur ikki kom, so valdi eg kortini at halda avtaluna.

Mynd: VP

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo