Eg leggi oyrað móti madrassuni
Hoyri tað yðja í ymiskum maðkum
Sólgarðurin er bæði eitt nýtt og brúnt yrkingasavn við einum veldigum blómutyssi á forsíðuni eftir sørvingin Beinir Bergsson.
Insektini og skriðdjórini mala inni í bókini, og ein svartaklukka sigur hey á baksíðuni.
Vit eru farin inn í Sólgarðin, sum bæði er eitt ítøkiligt og eitt ímyndað stað, har vit møta ommuni hjá eginum og abbanum, men mest av øllum eini ørgrinnu av plantum so sum vetrarsteinbrot, høsnagras, mýrufípu og berjalyngi saman gróðri og mjúkum, eymum løtum, sum sleingja seg eftir síðunum sum plantur, ið leingjast eftir ljósi upp eftir síðunum í bókini.
Vit eru bæði í einum sansaðum núi í samtíðini, har eitt meiri tilkomið eg fyriheldur seg til ein pápa, sum doyði, og í einum plantukendum heimi við sansandi erotiskum yrkingum um kærleika millum menn.
Tónin er friðarligur og innarligur við einum farra av longsli eftir teimum, sum eru farin í familjuni, og eru myndir av maðkum og grindalokkum afturkomandi.
Formtilvitað førkar teksturin seg aftur og fram í søguni hjá eginum í ymiskum aldrum, har Sólgarðurin er miðjan í søguni um alt, um ommuna, abban, pápan og um alt tað, sum hendir í einum sansandi veldi av lívrunnum veruleika.
Sólgarðurin
Poesi
Forlagið Eksil, 2021
Beinir Bergsson
Ritstjórn: Kim Simonsen
Sniðgeving: Elin Edda Thorsteinsdottir
Prent: Nørhaven, Viborg
Rættlestur: Kirsten Brix og Nansý Sunadóttir
Stuðul: Mentunargrunnur Landsins og Fjølrit
68 síður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo