Kringvarp Føroya: Anna Katrin Mohr er gestur í øðrum parti av Beautyvarpinum, sum partur av Biit, ungdómstoymið hjá Kringvarpi Føroya.
Anna Katrin tosar m.a. um sín alsk til appina Co-Star, har hon kann lesa um sítt stjørnutekin og sammeta tað við teknið hjá vinfólkum.
Pól Jóhannus fegnast um, at Anna Katrin júst hevur fingið koyrikort. So kunnu tey koyra biltúr. Júst sum tá Pól Jóhannus fekk koyrikort.
Anna Katrin fegnast tó ikki um bilin, hon keypti fyri 14.000 krónur. Hon bleiv "scammed".
Tey umrøða Avstralia, har fólk mugu hava fleiri arbeiði fyri at fáa endarnar at røkka.
Arbeiðið í Føroyum verður eisini umrøtt. Serliga tann eini arbeiðsstólurin, sum var so vánaligur, at Anna Katrin datt aftur um í apoteksveggin, so allir panodil-pakkarnir duttu á gólvið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo