Føroyingar sum hava áhuga fyri Beatles hava nú ein góðan møguleika at uppliva serliga Beatles stemningin sum er í Liverpool tá árliga Beatles vikan er.
Tað er manningin handan StaðiðFM, nærvarpið í Vestmanna, teir eru Páll Hellu og Pauli Magnussen, sum fara at skipa fyri túrinum.
- Tað er ein vika sum er hvørt ár seinast í august, har bara beatlestónleikur og fyrilestrar og Beatles Convention (marked) og mangt annað er at fara til, greiðir Pauli Magnussen frá.
Páll Hellu gjørdi ein túr í fjør saman við einum ferðalagi úr Vestmanna, og vestmenningarnir vóru sera væl nøgdir við túrin.
Bæði Páll Hellu og Pauli Magnussen hava leingi havt stóran áhuga fyri Beatles. Páll hevur verið í Liverpool saman við Per Vium, sum er danskur Beatels serfrøðingur, og hevur verið í Føroyum feiri ferðir.
Pauli Magnussen hevur eisini verið í Liverpool saman við Suna Merkistein fyri Útvarp Føroya. Teir báðir gjørdu tá 11 sendingar um The Beatles.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo