ES og Bretland eru samd um eina nýggja avtalu í sambandi við Norðurírland-protokollina, siga ikki navngivnar keldur fyri bretskum miðlum.
Forsetin í ES-kommisjónini Ursula von der Leyen er í London og hevur havt samrøður við forsætisráðharran í Bretlandi Rishi Sunak um umstríddu Norðurírland-protokollina, sum stríð leingi hevur staðist av.
Bretland og ES hava samráðst í fleiri mánaðir um protokollina, sum í sínari tíð kom tá ið Bretland fór úr ES, skrivar NRK.
Umstrídda protokollin ásetur millum annað at vørur sum verða senda frá hinum londunum í Stórabretlandi til Norðurírlands, skulu kannast fyri at forða fyri at tær koma inn gjøgnum bakdyrnar yvir írska markið og inn í innara marknaðin í ES.
UK and EU reach new deal over post-Brexit trade arrangements for Northern Ireland, sources tell BBChttps://t.co/gELefVVicY
— BBC Breaking News (@BBCBreaking) February 27, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo